Monthly Archives: februar 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 15. feb. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 15. feb. 2018

Vit hoyra Absalon Matras, Norðoyri, fortelja um Rumenia-hjálpina. M.a. hvussu hetta byrjaði og hvussu klæðir og onnur neyðhjálp verður flutt til Rumenia. Eisini um hendingar o.a., ið Absalon hevur upplivað í hesum arbeiðið, sum byrjaði í 1989. Arbeiðið kann stuðlast á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-1017602. Absalon hevur tlf. 215984. Eisini ber til at ringja… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 14. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 14. feb. 2018

Poul Færø fór um tey 80, tann 13. Feb. 2018, samstundis sum tað eru umleið 12 ár síðani, at Poul bleiv fastur gestur í sendingini “Á Bylgjulongd” mikumorgnar hjá Dániali á Dul Jacobsen. Sendingin hesa ferð er afturlítandi, har Dánial hugleiðir, hvussu hetta tíðarskeið byrjaði, har tátturin “hjartamál” var á skránni. Eisini er Preben Hansen,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 13. feb. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 13. feb. 2018

Fyrstu gestirnir eru Inge Lise Lollike og Ellen Hedelund, sum eru í nevndini, sum skipar fyri Altjóða Bønardegnum í Danmark. Tær skulu undirvísa á einum inspiratiónsdegi, sum verður hildin í Mariu Kirkjuni leygardagin 18. feb. Inspiratiónsdagurin hevur samband við Altjóða Bønardagin, sum er fyrsta fríggjadag í mars á hvørjum ári. Síðani prátað vit við Siri… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 12. feb. 2018

Fyrst hoyra vit samrøðu við Victor Dánjalsson, sum saman við Regin Olsen hava útvarpsending, sum eitur Starðabúrði. Tað bleiv hildið 5 ára føðingardagur leygarkvøldið 10. feb. Síðani er vitjan av Jørn Hyldgaard sum greiðir frá ymiskum frá sínum lívið. Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. feb. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 9. feb. 2018

Fyrst hoyra vit Ragnar Joensen frá bólkinum “Blátt Gras”, har hann greiðir frá um 2 konsertir, sum teir skulu hava 17. feb. kl. 19.00 á Hotel Skálavík og í Losjuni við Gøtugjógv 13. apr. kl. 20.00. Eisini hoyra vit um nýggja fløgu við Blátt Gras, sum kemur í heyst. Síðani hoyra vit Jóhan Magnus Gunrim greiða… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 7. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 7. feb. 2018

-Dánial hugleiðir um Jesus, sum var Gud opinberaður í likami, ið leið deyðan – okkum til frelsu. (skriftbrot: 1. Pæt. 3, 18; Es. 53, 3-5 og 8; 1. Pæt. 2, 20-24; Heb. 10, 5-10) -Samtalan við Poul Færø er um gamla menniskja (holdið), sum doyði við deyða Hansara og sum reistist uppaftur í nýggja menniskjanum… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 5. feb. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 5. feb. 2018

Fyrst hoyra vit Símun Absalonsen tosa um “Sæl eru hini Fátæku í anda” úr Matt. 5:3. Síðani greiðir Harriet Jørginsdóttir frá hvussu gekk við “Kvinnuting 2018”, sum var í Nesvík leygardagin 3. feb. Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 2. feb. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 2. feb. 2018

Fyrst hoyra vit eitt innslag frá CBS news, um hvussu Jesus byggir sína kirkju í Iran. Milliónir koma til trúgv á Jesus gjøgnum fylgisveinasjónvarp. Síðani hoyra vit Símun J. Hansen greiða frá um Mini Teenstreet, sum verður 16.-18. feb. 2018 í Bylgjuni í Runavík. Les meira á www.teenstreet.fo Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini… Les meira