Á Bylgjulongd mikudagin 28. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 28. feb. 2018

-Dánial lesur Matt. 9, 35-36 og hugleiðir um hjartalag og nærveru Jesusar í Heilaga Andanum. (skriftbrot: Sálm 23; 1. Kor. 2, 1-12; Jóh. 14, 18-21 og 25-27; Róm. 14, 1-19).
-Poul Færø heldur fram um munin á lívinum í Gudi mótvegis tí nátúrliga, sum ikki hoyrir Anda Guds til. Um at gloyma tað, ið aftanfyri er, og stevna móti málinum, (Filippi. 3, 14). Um tilgondina at fáa lut í guddómligari náttúru, ið ikki letur okkum standa yrkisleys…. (2. Pæt. 1, 2-8). Eisini um trupuleikan hjá Job, ið var rættvísur í egnum eygum og óttaðist Gud til egið gagn, (Job 31, 40 og 32, 1), og um tey, sum við undran, kærleika, takksemi osv. óttast Harran, (Mal. 3, 16). Og víðari um at tráa at verða sum Hann, (1. Tim. 3, 1), og at…. royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!, (Róm. 12, 2). Til seinast um Harran, ið talar við Jeremias um at skilja tað dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, (Jer. 15, 19).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking