Á Bylgjulongd týsdagin 27. feb. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 27. feb. 2018

Fyrst tosa vit við Mari í Løðuni, sum er ein av fyriskiparunum av skeiðnum “Hjartapína”. Eitt skeið, sum við Bíbliuni sum grundarlag, kann vera við, at veita hjálp og grøðing fyri sálarsár. Skeiðið verður í Lonini í Hoyvík 17.-21. mars og í Suðuroy 24.-28 mars. Nærri kunning og tilmelding: Mari í Løðuni tlf. 264774 og Elin Neshamar tlf. 280104. Les meira her. Síðani verður tosað um “Empower18”, sum Megnarkvinnur skipa fyri í City Church 9.-10. mars. Gestur er Hjørdis Háberg Petersen, sum greiðir frá stevnuni og høvuðstalarunum Arianna Walker og Debbie Harvie, sum báðar arbeiða innan Mercie Ministrie. Tilmelding á FB hjá City Church. Seinast í sendingini er eitt stutt prát við Leivur á Lakjuni, familjuviðgera hjá Bláa Krossi, sum greiðir frá einum Familjuskeiði fyri avvarðandi hjá rúsdrekkamisnýtarum. Skeiðið byrjar 8. mars í Glyvra skúla. Nærri fæst at vita á tlf. 770770 ella á www.blakross.fo

Vertur: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking