Á Bylgjulongd mikudagin 7. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 7. feb. 2018

-Dánial hugleiðir um Jesus, sum var Gud opinberaður í likami, ið leið deyðan – okkum til frelsu. (skriftbrot: 1. Pæt. 3, 18; Es. 53, 3-5 og 8; 1. Pæt. 2, 20-24; Heb. 10, 5-10)
-Samtalan við Poul Færø er um gamla menniskja (holdið), sum doyði við deyða Hansara og sum reistist uppaftur í nýggja menniskjanum (Andanum) til at liva – umsett í dagligt lív. Lesur Kol. 3, 1-10, við denti á versini 9 og 10: “…, tit, sum jú hava latið tykkum úr hinum gamla menniskjanum við verkum tess og latið tykkum í hitt nýggja, sum verður endurnýggjað til kunnskap – eftir mynd Hansara, sum skapti tað!”. Og til seinast um Anda Guds, sum vil sleppa at virka í okkum við Kristi Jesusi. (skriftbrot: Efs. 6, 19-20; jóh. 13, 34-35; Jóh. 14, 16-18; Jóh. 15, 26-27; Jóh. 16, 13-14)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking