Monthly Archives: februar 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 28. feb. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 28. feb. 2018

-Dánial lesur Matt. 9, 35-36 og hugleiðir um hjartalag og nærveru Jesusar í Heilaga Andanum. (skriftbrot: Sálm 23; 1. Kor. 2, 1-12; Jóh. 14, 18-21 og 25-27; Róm. 14, 1-19).
-Poul Færø heldur fram um munin á lívinum í Gudi mótvegis tí nátúrliga, sum ikki hoyrir Anda Guds til. Um at gloyma tað, ið aftanfyri er, og stevna móti málinum, (Filippi. 3, 14). Um tilgondina at fáa lut í guddómligari náttúru, ið ikki letur okkum standa yrkisleys…. (2. Pæt. 1, 2-8). Eisini um trupuleikan hjá Job, ið var rættvísur í egnum eygum og óttaðist Gud til egið gagn, (Job 31, 40 og 32, 1), og um tey, sum við undran, kærleika, takksemi osv. óttast Harran, (Mal. 3, 16). Og víðari um at tráa at verða sum Hann, (1. Tim. 3, 1), og at…. royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!, (Róm. 12, 2). Til seinast um Harran, ið talar við Jeremias um at skilja tað dýrabara frá tí, sum einki virði hevur, (Jer. 15, 19).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 27. feb. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 27. feb. 2018

Fyrst tosa vit við Mari í Løðuni, sum er ein av fyriskiparunum av skeiðnum “Hjartapína”. Eitt skeið, sum við Bíbliuni sum grundarlag, kann vera við, at veita hjálp og grøðing fyri sálarsár. Skeiðið verður í Lonini í Hoyvík 17.-21. mars og í Suðuroy 24.-28 mars. Nærri kunning og tilmelding: Mari í Løðuni tlf. 264774 og… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 26. feb. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 26. feb. 2018

Búgvi Olsen greiðir frá um møtir við Carl-Gustaf Severin, sum verða í Kelduni í Skálafirði 2.-4. mars 2018. Les meira á www.keldan.fo. Síðani eru Svenning av Lofti, Mai Laksafoss Simonsen og Grímur Poulsen og greiða møtum og barnamøtum í Dansifrøði 2.-4. mars 2018. Vertur: Preben Hansen og Tór Arni Samuelsen  Lurta eftir sendingini her Um… Les meira

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

PAROLA 2018 frá 6. til 13. aug.

Eins og árini frammaundan, verður PAROLA hildið í Sant’Elia í Molise, Italia. Visiónin hjá PAROLA er eitt ynski at eggja ungum at LESA heimsins kulastu bók, at LÆRA hana at kenna, og at LIVA hana út í lívið! – Parola er fyri ung í 18-35 ára aldri. Nærri upplýsingar um nær og hvar Parola verður… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. feb. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 23. feb. 2018

Fyrst tosa vit við Vinjard Jóhansen um “Hillsong London” konsert, sum verður fríggjadagin 9. mars 2018 í Kelduni í Skálafirði. Les meira á www.keldan.fo. Síðani er vitjan av Poul Jóhan Djurhuus og Svenning Av Lofti, har tosa verður um at Billy Graham andaðist mikudagin 21. feb., 99. ára gamal. Vit hoyra brot úr talum hjá honum… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 22. feb. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 22. feb. 2018

-Vit hava Lenu Løbner í telefonini. Hennara arbeiði er at náa heimleys, at vitja hospice og hjálpa í Ísrael, umframt tónleikin, hon ger og brúkar í tænastuni. -Síðani hoyra vit Sigbritt við Neyst, sálarviðgera, greiða frá ráðstevnuni, ið kallast “Lagnubørn – tigandi arvurin”, sum verður “Á Skúlatrøð”, 15. og 16. mars 2018. Tað vera tveir… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 20. feb. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 20. feb. 2018

Fyrst á skránni er “Heilsuhornið” og evnið er hjarta. Amy Ljósheim, sjúkrarøktarfrøðingur frá hjarta ambulatoriinum greiðir frá um hvussu hjartað virkar, týdningarmikil liviháttir fyri at fyribyrgja hjartaanfalli, viðgerðir og tilboð aftaná. Seinni gesturin er Ólavur Jacobsen, sum tosar um hvat Bíblian sigur um hjartað. Orð at grunda yvir: 1. Sám. 16:7 “.. tí menniskjan hyggur… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 19. feb. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 19. feb. 2018

Fyrst hoyra vit Símun J. Hansen greiða frá hvussu gekk við Mini-TeenStreet, sum var 16.-18. feb. í Bylgjuni í Runavík. Síðani greiðir Elsi Christiansen frá um Missiónvikuna í Missiónshúsinum í Vestmanna 22.-25. feb. 2018. Les meira um skránna her. Til seinast er vitjan av Torbjørn Lágadal og Sofus Joensen frá Oasubrøðum, sum útgeva nýggja fløgu.… Les meira