Á Bylgjulongd mikudagin 31. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 31. jan. 2018

-Dánial hugleiðir um Gud, ið bíðar til allir aðrir møguleikar hava víst seg at vera nyttuleysir/úttømdir, samantvinna við lyfti Guds til Ábraham, um Elias á Karmelsfjalli og um tráan holdsins mótvegis tráan Andans. (skriftbrot: 1. Kong. 18, 20-39; Róm. 7, 15-17 og 21-25; Róm. 8, 1-9)
-Poul Færø tosar um at døma við vísdómi í tímiligum viðurskiftum og um at royna hvat Guds vilji er. Um hvussu náðiríkur Gud er og um at liva í ljósinum. Víðari um óreinsku holdsins mótvegis teirru góðu samvitsku. Síðani um kraft evangeliums í Heilaga Andanum og um at hava hvønn annan í hjartanum, við Jesu Kristi hjartalag. Til seinast, um at kappast at vísa hvørjum øðrum heiður og um Paulus, Filemon og Onesimus sum dømi uppá, at gera seg til eitt við menniskju og um vísdómin, ið ger alt á rættan hátt mótvegis dárskapinum. (Skriftbrot: 1. Kor. 6, 2-3 og 12; Róm. 12, 1-2; 1. Jóh. 1, 7; 1. Pæt. 3, 20-21; 1. Tess. 1, 2-6; Filippi. 1, 3-9; Filmon 1,12; Róm. 12, 9-21; Filippi 2, 1-5; Præd. 10, 10)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking