Á Bylgjulongd hósdagin 25. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 25. jan. 2018

-Fyrri gesturin er Nanna Lukama, ættað úr Klaksvík; gift og búsitandi í Zambia. Vit hoyra um teirra leið til GLO-eftirskúlan, har tey eru við í arbeiðinum at menna barna- og ungdóms arbeiðið. Fortelur um persónligar royndir í lívinum, hvussu Gud hevur brotið, uppbygd av nýggjum og mynda hana í tænastuni. Greiðir eisini m.a. frá árligu barnaleguni, ið er í støðugum vøkstri. Kostnaðurin hjá einum barni, at koma á legu er 80 kr. Tilber at stuðla einum barni, at sleppa á legu á konto í Norðoya Sparikassa: 9865-1411289. Eisini ber til at skriva til Nannu um hetta á facebook.
-Seinni gesturin er Don Zellmer úr Colorado í USA. Don er trúboðari og hevur tænt Harranum nógv ár, bæði í útlondum og í USA. Vit hoyra m.a. um uppvøkstur, trupult familjulív, hvussu hann møtti Jesusi og um Guds varðveitslu á leiðini higartil.

Vertur: Maria Mørkøre og Kristian á Lakjuni. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Mellemgaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking