Á Bylgjulongd mikudagin 24. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 24. jan. 2018

-Dánial hugleiðir um at kenna Jesus og um Orðið, ið er livandi. Lesur úr Jóh. kap. 4, um ta samversku kvinnuna við Sikars brunn og um bøn Jesusar fyri Sínum í Jóh. kap. 17, har hann m.a. leggur dent á vers 3: “Og hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.”
-Poul Færø heldur fram um at vera samanvaksin við Kristusi, (Róm. 6, 5) og í tænastuni at tala við orðum, ið Andin lærir, (1. Kor. 2, 11-16). Síðani hvussu vit kenna Kristus, ið er við hjartans góðsku og miskunn og sum troyst kærleikans og samfelag Andans. (Filippi. 2, 1-5). Eisini um Andans bundinskap til Gud i okkum, (2. Kor. 4, 1-2). Tosar um Paulus, sum nýumvendur varð leiddur av Anda Guds, at deyðað gerðir holdsins og bleiv evnaður til tænara Guds, (Gal. 1, 6-18). Og víðari um sannað gudsdýrkan og um at halda seg ódálkaðan av heiminum, (Ják. 1, 27). Til seinast um trúskap í tænastuni ímóti Kristusi, (2. Kor.kap. 2) og um dirvið og ta náðigávu, ið Gud hevur givið okkum, (2. Timo. 1, 5).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking