Á Bylgjulongd hósdagin 4. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 4. jan. 2018

Hjúnini Sólva og Jákup Hansen, Klaksvík, fara komandi hálva árið, at loysa av í Kristnastovu, Birmavej 36, DK-2300 København, ið er andaligur felagsskapur fyri føroyingar í Danmark við sangi og undirvísing í Bíbliuni, til prát og samveru o.a. Hoyr Jákup greiða frá hesum og øðrum í samband við Kristnastovu. Meira fæst at vita á heimasíðuni: Kristnastova.dk og facebook: Kristnastova. Áðrenn samrøðuna við Jákup, hoyra vit vertin Mariu Mørkøre hava eina “jóla- og nýggjárshugleiðing” og  síðani hin vertin, Rógva Joensen hugleiða um “jólaevangeliið” hjá tí “gátuføra evangelistinum” sum hann onkuntíð verður nevndur, Jóhannes, í kap. 1, vers 14: “Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.”

Vertur: Maria Mørkøre og Rógvi Joensen. Teknikari: Jógvan Dam Hansen og Chanet Mellemgaard
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking