Monthly Archives: januar 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 18. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 18. jan. 2018

Fyrru løtuna tosa Maria Mørkøre og Kristian Hansen um “heilaggering” í samanheingi við rættvís- og dýrdargering. Seinnu løtuna hoyra vit Hallgerð Akurstein greiða frá um “Umsorganarheimið Gloria” í Klaksvík, sum letur upp í nærmastu framtíð; ið er ætlað fólki uttan fastan bústað og sum hava tørv á sosialari umsorgan.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd mikudagin 17. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 17. jan. 2018

-Dánial lesur úr Matt. 8, 5-13 og hugleiðir um Jesus, ið grøðir tænara eins høvuðsmans, ið kom til Jesus í trúgv. Og um friðin í Kristusi Jesusi, Filippi 4, 6-7. (skriftbrot: Jóh. 1, 1-3; Kol. 1, 15-17; Heb, 1, 3 og 10-11; Efs. 1, 20-23) -Samtalan við Poul Færø er um Guds náði. Um at… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 15. jan. 2018

Á Bylgjulongd mánadagin 15. jan. 2018

Fyrst hoyra vit Eyðun Jacobsen greiða frá átakinum “Sendið Ljós”, sum er ein fløguútgáva við evangeliskum sangum. Hendan fløgan skal ikki seljast, men gevast sum gáva til menniskju. Les meira um tiltaki á facebooksíðuni. Síðani ringja vit til Tórhallur Halgaklett og hoyra um samkomuna “Libanon” í Sørvági. Hann greiðir frá um søguna og um ymisk… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. jan. 2018

Á Bylgjulongd fríggjadagin 12. jan. 2018

Tórhild Bjarkhamar greiðir frá um Kvinnuting 2018, sum verður í Nesvík leygardagin 3. feb. 2018. Tilmelding byrjar 19. jan. kl. 18.00. Meira kunning og tilmelding á www.mission.fo. Síðani er vitjan av Ólavur í Geil, sum greiðir frá um GLS ráðstevnuna, sum verður í Norðurlandahúsinum 19.-20. jan 2018. Tilmelding og meira kunning á www.gls.fo Vertur: Tór Arni… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 11. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 11. jan. 2018

Vit hoyra Mariu Mørkøre og Kristian Hansen tosa út frá Josva bók í gamla testamenti. Um yvirgivni, eyðmýkt, reinlyndi og gudsótta. Eisini um ymiskar spurningar. Eitt nú um Gud er góður ? – um kjarnuna í syndini og um týdningin av hertøkuni av Kánanittinum. Somuleiðis aðrar samanberingar, t.d. um Ánanias og Saffiru í Áp. 5… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 10. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 10. jan. 2018

-Dánial lesur úr Matt. 15 og hugleiðir um og rundanum hendingina og trúnna hjá tí kánaneiska kvinnuni og leggur dent á vers 26: “….breyð barnanna…. “ Um Jesus, ið er lívsins breyð til okkum í dag. -Poul Færø tosar um tænastuna í trúarlívinum. Hvar kemur orkan frá ? – Lesur Heb. 6, 10-12 og leggur… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 9. jan. 2018

Á Bylgjulongd týsdagin 9. jan. 2018

Niels Pauli Nónstein leiðari av Kristnastovu í Keypmannahavn er gestur í morgun. Hann greiðir frá sínum uppvøkstri í Hvalba og virki í samkomuni har. Og frá útbúgving og lívi sum heild m.a. um avgerðina at taka við leiðsluni í Kristnastovu, saman við konuno Doru, fyri 10 árum síðani. Aftaná verður tosað um tiltakið Vissa. Hetta… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 4. jan. 2018

Á Bylgjulongd hósdagin 4. jan. 2018

Hjúnini Sólva og Jákup Hansen, Klaksvík, fara komandi hálva árið, at loysa av í Kristnastovu, Birmavej 36, DK-2300 København, ið er andaligur felagsskapur fyri føroyingar í Danmark við sangi og undirvísing í Bíbliuni, til prát og samveru o.a. Hoyr Jákup greiða frá hesum og øðrum í samband við Kristnastovu. Meira fæst at vita á heimasíðuni:… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 3. jan. 2018

Á Bylgjulongd mikudagin 3. jan. 2018

-Dánial hugleiðir um tað, sum er farið og tað nýggja árið og lesur Luk. 4, 13-40. Leggur dent á vers 19, har Jesus sigur at Hann er komin, “at kunngera náðiár Harrans” og í Nýggja Sáttmálanum: “At kunngera; tíðin er komin, tá Gud vil taka ímóti øllum sum koma til Hansara.” -Poul Færø er hugtikin… Les meira