Á Bylgjulongd hósdagin 21. des. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 21. des. 2017

-Fyrst hoyra vit Pól Johannesen um jólahaldið í KFUM&K í Klaksvík, sum verður Jólaaftan kl. 18:00 fyri tey, sum ikki hava nakran at halda jól saman við. Tekning innan 22. Des. á tlf. 21 24 80. Kunning: Facebook KFUM&K.
-Síðani siga Tóta og Kristinn Akursmørk frá “Riverboat-missiónsferðini” við bátinum Andante, sum OM skipar fyri. Tey fara úr Føroyum 27. Des. 2017. Siglt verður í Rhinen-ánni í tríggjar mánaðir, har sjey havnir/býir verða vitjaðir. Tey kunnu stuðlast í Betri Banka: Konta 9181-4949775. Meira kunning fæst: omriverboats.eu og om.org

Vertur: Maria Mørkøre og Kristian á Lakjuni. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking