Á Bylgjulongd mikudagin 20. des. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 20. des. 2017

“Eva visti tú ?”. Við íblástri úr sanginum “Mary, Did You Know”, (Maria visti tú), hugleiðir Dánial um Evu, skapanina, syndafallið og fullkomnu endurloysingina í Jesusi.
-Snúningsdepilin í samtaluni við Poul Færø er um trúgv og vantrúgv. Umtalar hetta við dømum í skriftini. Fyrst um ein, ið settur er av illum anda í Mark. 9, 16-24. Síðani um trúgv Ábrahams í Róm. 4, 18-22, við herðslu á vers 18: Har eingin vón var, trúði hann við vón;….” og vers 20: “Hann ivaðist ikki í vantrúgv um lyfti Guds, men styrknaði í trúnni, tí hann gav Gudi dýrdina”. Onnur dømi eru um lærusveinarnar í Mark. 16, 14; um Pætur í Jóh. 21 og um einkjuna í Zarepta í 1. Kong. 17, 8-16. Til seinast um at grípa Hansara lyfti og um at verða royndur av Honum.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking