Á Bylgjulongd týsdagin 19. des. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 19. des. 2017

Í dag práta vit við Louisu Niclassen Hansen, leiðara í KFUK. Tey skipa fyri jólaaftanshaldi fyri tey, sum eru einsamøll og vilja vera saman við teimum í KFUK. Síðani er Jústines Eliasen, Leirvík, í útvarpsstovuni. Hann tosar um jólaboðskapin og hevur áhugaverdar hugleiðingar um profetisku væntanina av Messiasi og um tað, sum hendi jólanátt. Seinast í sendingini greiðir Magni Højgaard frá Umsorganarheiminum hjá Bláa Krossi, sum hann er leiðari av. Til ber at geva eina gávu til heimið inni á heimasíðuni hjá Bláa Krossi www.blakross.fo. Peningurin fer til jólamat og hugna á heiminum.

Vertur: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”


Magni Højgaard

Skriva viðmerking