Á Bylgjulongd mikudagin 29. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 29. nov. 2017

-Dánial lesur Op. 22, 20-21 og hugleiðir rundanum brotið í versi 20: “…. Kom, Harri Jesus!”. (skriftbrot: 2. Pæt. 3, 13; Op. 21, 1-6; Es. 53, 1-5; Róm. 10, 1-4; Op. 22, 16-17).
-Poul Færø tosar um, hvussu Harrin slapp at formað Paulus, ið gjørdi alt fyri evangeliums skuld, fyri at fáa part saman við tí – og um at renna sum tann sigrandi, (1. Kor. 9, 23 og 24). Hetta samantvinna við dømum úr dagligum lívi, hvussu Harrin virkar í lívinum hjá menniskjum og um tvídráttin at velja, antin Harran ella egnar lystir. Eisini um at lata tolið leiða til fullkomið verk – og um myndagerðingina av Kristusi; hvussu onnur menniskju kunnu síggja Harran ígjøgnum okkum. (skriftbrot: 2. Tim. 4, 7-8; 1. Kor. 9, 19-27; Filip. 1, 20; Ják. 1, 4; Kol. 1, 24; Áp. 26, 29; Heb. 12, 1-8 og 11-15)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking