Á Bylgjulongd mikudagin 22. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 22. nov. 2017

-Vit spæla sangir av nýggju fløguni við Ingálvi av Reyni, ið júst er útkomin. Meira kunning: evr.fo.
-Dánial lesur Gal. 2, 11-21 og hugleiðir um tilgongdina frá tí Gamla Sáttmálanum til tann Nýggja Sáttmálan; har Paulus setur at Pæturi, tá ið teir vóru í Antiokia. (skriftbrot: 2. Kor 3, 4-6, 2. Kor. 5, 16-21)
-Poul Færø heldur fram, hvussu vit føst í trúnni kunnu standa holdinum, heiminum og Satan ímóti, so Satan ikki fær gloypt og vald á okkum – so vit kunna vera vinnandi í Guds hondum. Eisini um hvussu Gud roynir okkum og brynjar okkum til tænastu fyri Seg. Um at liva eftir Guds vilja mótsatt eftir egnum lystum og nevnir Jósef sum dømi, ið livdi fyri ásjón Guds sum fyrimynd uppá Jesus, ið tolin leið. (skriftbrot: 1. Pæt. 5, 5-11; 1. Kor. 1, 18-31; Jóh. 10, 1-15; Róm. 1, 28; Róm 2, 1-4)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

“Gangi eg um heiðar, fjøll og dalar” er heitið á nýggjari fløguútgávu, har Ingálvur av Reyni syngur. Talan er um tvífløgur við 30 sangum, 15 á hvørjari fløgu.
Fløgan, sum Evangeliska Røddin gevur út, er komin í handlarnar og kostar 189 kr.

Skriva viðmerking