Á Bylgjulongd týsdagin 14. nov. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 14. nov. 2017

Fyrsti gestur er Wanja Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur. Hon greiðir frá ymiskum í sínum arbeiðslívi m.a. frá Tilhaldinum í Havn, sum hon var leiðari á frá byrjan av og eisini um arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur bæði í suður- og eysturgrønlandi. Seinni tosað vit við Hjørdis Háberg Petersen um ymiskt m.a. um City Meal, sum er byrjað aftur hvønn mikudag kl 17. Har kunnu fólk koma og fáa ein døgurða og smyrja matpakka til børnini til dagin eftir.
Tilmelding á Facebook síðuni City Meal í seinasta lagi týsdag kl 14. www.facebook.com/citymealtorshavn

Vertur: Eydna Háberg og Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking