Á Bylgjulongd mikudagin 1. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 1. nov. 2017

Dánial lesur úr Nýggja Testamenti á gerandismáli, kallað “Nýggi Sáttmálin”, ið varð útgivin 31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina. Dánial lesur fororðini og síðani úr Hebr. 7, 18-28 og allan kap. 8. Meira kunning um útgávuna o.a. sæst á: www.biblia.fo. Poul Færø er hugtikin av vitnisburðinum, ið Enok fekk, at vera Gudi tokkaligur (Heb. 11, 5) – og víðari um vitnisburðin, ið samvitskan ber boð um, ikki í holdligum vísdómi, men í náði Guds. (2. Kor. 1, 12) og um at ganga trúðarleiðina, sum Paulus gekk, ið stevndi móti málinum (Filippi. 3, 7-16). Eisini um trúnna og kraft hennara, prógvað við dømum í gamla testamenti (Heb. 11, 13-16). Til seinast áminningina, at halda seg til Kristus (Kol. 2, 1-4). (onnur skriftbrot: 2. Kor. 1, 3-5; Heb. 11, 6)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking