Monthly Archives: november 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 30. nov. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 30. nov. 2017

Fyrri gesturin er Maria Petersen, Fuglafjørður. Greiðir frá kallinum og tilgongdini at fara við OM til Kosovo við gleðiboðskapinum.
Seinni gesturin er Sylvia Thomsen, Klaksvík. Fortelur um longsilin at kenna Gud og Skriftina betur og um vendipunktið tá ið tað hendí. Umtalar fimm dømir í skriftini um:
-Skapanarverkið, Ádam og Evu, ið peikar fram ímóti evangelium, frelsuætlan Guds.
-Ættartalvu í 1. Mós. kap. 5, frá Ádam til Nóa, týdningurin í uppruna nøvnumum, har evangeliið sæst í ættartalvuni
-Hvussu ættirnar í 4. Mós. kap 2 reistu tjøldini kring samkomutjaldið, formað sum krossur Jesusar, sí mynd undir tekstinum
-Føðing Jesusar, barn, sveipað, liggjandi í krubbu, ið er myndatala uppá offurlamið
-Uppreisn Jesusar, um andlits klútin, ið ímyndar at Hann kemur aftur

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Albin Johannesen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”


Ættirnar í 4. Mós. kap 2 reistu tjøldini kring samkomutjaldið, formað sum krossur Jesusar

Á Bylgjulongd mikudagin 29. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 29. nov. 2017

-Dánial lesur Op. 22, 20-21 og hugleiðir rundanum brotið í versi 20: “…. Kom, Harri Jesus!”. (skriftbrot: 2. Pæt. 3, 13; Op. 21, 1-6; Es. 53, 1-5; Róm. 10, 1-4; Op. 22, 16-17). -Poul Færø tosar um, hvussu Harrin slapp at formað Paulus, ið gjørdi alt fyri evangeliums skuld, fyri at fáa part saman við… Les meira

Nýggj byrjan týskvøldið 28. nov. 2017

Nýggj byrjan týskvøldið 28. nov. 2017

Gestur í sendingini er Helgi Johannesen, Klaksvík. Fortelur um upplivingar og hendingar í lívinum, um at fáa frelsuvissuna og um ein túr í Moldova, við OM, ið hevur havt ávirkan á lívið o.a. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…”… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 23. nov. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 23. nov. 2017

Gestur er Tholeif Johannesen, sjómanstrúboðari. ið greiðir frá “Grønlandstoyminum”, sum síðani 2010, hvørt ár hevur vitjað í Nuuk í Grønlandi, har tey hava vitnað og sungið á Sjómansheiminum, ymsastaðni í býnum, umborð á skipum o.l. Hoyr um hetta og annað áhugavert í hesum sambandi og um túrin í 2017. Vertur: Malan K. Olsen.  Teknikari: Albin… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 22. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 22. nov. 2017

-Vit spæla sangir av nýggju fløguni við Ingálvi av Reyni, ið júst er útkomin. Meira kunning: evr.fo. -Dánial lesur Gal. 2, 11-21 og hugleiðir um tilgongdina frá tí Gamla Sáttmálanum til tann Nýggja Sáttmálan; har Paulus setur at Pæturi, tá ið teir vóru í Antiokia. (skriftbrot: 2. Kor 3, 4-6, 2. Kor. 5, 16-21) -Poul… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 15. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 15. nov. 2017

Dánial hugleiðir um Jesus sum ORÐIÐ frá Gudi, ið er vorðið menniskja í Kristi Jesusi, ið tók bústað millum okkara – og um lívið í Jesusi, fyri ein og hvønn, ið setur álit sítt á Hann. (skriftbrot: Jóh. 1, 1-3, 14; Jóh. 5, 19-26; Róm. 10, 1-13). Samtalan við Poul Færø er um, at handfara… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 14. nov. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 14. nov. 2017

Fyrsti gestur er Wanja Petersen, sjúkrarøktarfrøðingur. Hon greiðir frá ymiskum í sínum arbeiðslívi m.a. frá Tilhaldinum í Havn, sum hon var leiðari á frá byrjan av og eisini um arbeiði sum sjúkrarøktarfrøðingur bæði í suður- og eysturgrønlandi. Seinni tosað vit við Hjørdis Háberg Petersen um ymiskt m.a. um City Meal, sum er byrjað aftur hvønn… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 8. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 8. nov. 2017

Dánial hugleiðir um munin á “Gamla Sáttmálanum” og “Nýggja Sáttmálanum”. Gud bleiv menniskja, við Jesusi, at uppfylla gamla sáttmálan. Fyri síðani at geva lív sítt okkara vegna. Vit fáa ævigt lív, við at trúgva á Hann. (skriftbrot: Luk. 1, 68-75; Róm. 5, 1; Heb. 1, 8-12). Poul Færø heldur fram um eyðmjúkleikan í tænastuni og… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 2. nov. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 2. nov. 2017

Fyrri gesturin er Joan Steinberg Joensen, Klaksvík. Tosar um uppvøkstur og viðurskiftir í lívinum, m.a. um trúgv, náði, nøgdsemi, sjúku og hvar tey sum familja eru í dag. Seinni gesturin er Kristian Hansen. Tosar um andaligar vekingar og andaligt myrkur, serliga í Evropa. Um hvussu Gud kann brúka fíggindan, at draga sítt fólk aftur til… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 1. nov. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 1. nov. 2017

Dánial lesur úr Nýggja Testamenti á gerandismáli, kallað “Nýggi Sáttmálin”, ið varð útgivin 31. oktober 2017 – sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina. Dánial lesur fororðini og síðani úr Hebr. 7, 18-28 og allan kap. 8. Meira kunning um útgávuna o.a. sæst á: www.biblia.fo. Poul Færø er hugtikin av vitnisburðinum, ið Enok fekk, at vera… Les meira