Á Bylgjulongd mikudagin 25. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 25. okt. 2017

Fyrst verður tosað við Svenning av Lofti, um møtir í Suðuroy hesa vikuna/vikuskiftið. Tosa eisini um Ísraelsferðir. Meira kunning: Tlf. 219141 og loftiferdir.fo og á facebook LOFTI FERÐIR Lofti Tours. Síðani lesur Dánial úr Róm. 1, 14-17 og hugleiðir um samversku kvinnuna og Zakeus, hvussu tey møttu Jesusi. Samtaluevnið við Poul Færø er um sjón og visjón. Um at síggja við eygunum mótvegis at síggja við hjartanseygum. Tosar um Hannu, tá ið Sámuel verður føddur – og um Eli – og tá Harrin opinberar seg fyri Sámuel. Eisini um Paulus, tá hann kunngjørdi boðskapin um Jesus, uttan menniskjaligan vísdóm. Eisini um egna uppliving saman við Harranum, at fara við holdinum sum Harrin vil, eins og Jesus umgekst Judas og illu andarnar. Til seinast um fátæku einkjuna og órættvísa dómaran í Luk. 18, 1-8. (onnur skriftbrot: Mal. 3, 16; Præd. 3, 11; Orð. 15, 1; 1. Kor. 2, 1-4)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking