Á Bylgjulongd mikudagin 18. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 18. okt. 2017

Dánial hugleiðir og lesur ymisk skriftbrot, har fólki, lærusveinarnir og jødarnir spyrja: Hvør er Jesus ? – Um hvussu vit kunnu møta Jesusi í dag og um Jesus, ið er lív og gevur lív. (skriftbrot: Matt. 21, 10; Luk. 5, 21; Luk. 7, 49; Luk. 9, 9; Luk. 20, 2; Jóh. 8, 25; Jóh. 12. 34; Jóh. 21, 12; Jóh. 9, 36). Poul Færø heldur fram um Kristus, ið býr í okkum. Um relatiónir ella sambond, vit fáa við menniskju, ígjøgnum tað sum hendir okkum, fedrum, hjúnafelaga osv. í lívinum. Um munin at tala og samtala. At verða varðveittur frá tí sum ilt er og um friðin, sum vit hava fingið sum gávu frá Harranum. (skriftbrot: 2. Kor. 13, 1-8; Róm. 10, 9; Filippi 1, 20-26; 1. Kor. 14, 25; 2. Tess. 3, 3-5 og 16; 1. Kor. 15, 8-10)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking