Á Bylgjulongd mikudagin 11. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 11. okt. 2017

Dánial hugleiðir og lesur úr Matt. kap. 16, har Jesus spyr lærusveinarnar, (vers 13), “Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?” og (vers 15) “Men tit, hvønn siga tit Meg vera?” Eisini um opinberingina av stóru frelsu ætlan Guds – frá deyða til lív. (skriftbrot: Efs. 1, 10; Efs. 1, 15-21; Efs. 2, 6). Poul Færø heldur fram við egnari uppliving og áminning, hvussu tað er, tá ið náði Guds virkar í okkara lívið – ella ikki virkar. Um tá ið samvitska og atferð okkara er í náði Guds, (2. Kor. 1, 12) og tá ið vit eru tað vit eru av náði Guds (1. Kor. 15, 10). Tosar um Dániel í hesum viðfangi (kap. 9), tá Dániel játtaði egna synd vegna alt fólki og gjørdi seg til eitt við fólkið í veikleika teirra; og um troyst til tey, ið óttast Harran í Malakias kap. 3, 13-17. (skriftbrot: Titt. 2, 11; Róm. 11, 29; 4. Mós. 12; 1. Pæt. 4, 7-10; Heb. 4, 14-16; Róm. 12, 1; Dán. 6, 10-15; Dán. 12, 13)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking