Monthly Archives: oktober 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 25. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 25. okt. 2017

Fyrst verður tosað við Svenning av Lofti, um møtir í Suðuroy hesa vikuna/vikuskiftið. Tosa eisini um Ísraelsferðir. Meira kunning: Tlf. 219141 og loftiferdir.fo og á facebook LOFTI FERÐIR Lofti Tours. Síðani lesur Dánial úr Róm. 1, 14-17 og hugleiðir um samversku kvinnuna og Zakeus, hvussu tey møttu Jesusi. Samtaluevnið við Poul Færø er um sjón og visjón. Um at síggja við eygunum mótvegis at síggja við hjartanseygum. Tosar um Hannu, tá ið Sámuel verður føddur – og um Eli – og tá Harrin opinberar seg fyri Sámuel. Eisini um Paulus, tá hann kunngjørdi boðskapin um Jesus, uttan menniskjaligan vísdóm. Eisini um egna uppliving saman við Harranum, at fara við holdinum sum Harrin vil, eins og Jesus umgekst Judas og illu andarnar. Til seinast um fátæku einkjuna og órættvísa dómaran í Luk. 18, 1-8. (onnur skriftbrot: Mal. 3, 16; Præd. 3, 11; Orð. 15, 1; 1. Kor. 2, 1-4)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd hósdagin 19. okt. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 19. okt. 2017

Vit hoyra Øssur Kjølbro, aðalskrivara hjá Kirkjuligu Heimamissiónini; fyrst greiða frá um lív og yrki Martin Luther´s, nú tað eru liðin 500 ár síðani reformatiónina. Meira kunning á folkakirkjan.fo. Síðani hoyra vit um Stórmøti 2017 í Bylgjuni í Runavík um vikuskiftið 20.-22. oktober 2017. Evnið í ár er #Gleðiboðini2017. Á skránni er ymiskt bæði til… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 18. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 18. okt. 2017

Dánial hugleiðir og lesur ymisk skriftbrot, har fólki, lærusveinarnir og jødarnir spyrja: Hvør er Jesus ? – Um hvussu vit kunnu møta Jesusi í dag og um Jesus, ið er lív og gevur lív. (skriftbrot: Matt. 21, 10; Luk. 5, 21; Luk. 7, 49; Luk. 9, 9; Luk. 20, 2; Jóh. 8, 25; Jóh. 12.… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. okt. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. okt. 2017

Vit práta við Mariu á Lakjuni Simonsen og hoyra um barnamøtir í Betesda 19.-21. okt 2017. Síðani er vitjan av Adam, Philip, Nicholas, Berit, Amy og Elisabeth frá eftirskúlanum Euroclass. Vit hoyra hvat skúlin stendur fyri o.a. Eisini frá teirra upplivingum og royndum á skúlanum v.m. Ynskir tú at vita meira um skúlan kann tú seta… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 12. okt. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 12. okt. 2017

Evinn Bringsberg tosar um týdningin av bøn. Síðani prát við Óla Steinberg um arbeiði sum trúðboðari í Grønlandi og um hendingar og upplivingar í summar við Juvel II á trúboðanar ferð í Grønlandi. Óli endar við einum orðið. Vertur: Eivinn Bringsberg.  Teknikari: Albin Johannesen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 11. okt. 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 11. okt. 2017

Dánial hugleiðir og lesur úr Matt. kap. 16, har Jesus spyr lærusveinarnar, (vers 13), “Hvønn sigur fólk Menniskjasonin vera?” og (vers 15) “Men tit, hvønn siga tit Meg vera?” Eisini um opinberingina av stóru frelsu ætlan Guds – frá deyða til lív. (skriftbrot: Efs. 1, 10; Efs. 1, 15-21; Efs. 2, 6). Poul Færø heldur… Les meira

Nýggj byrjan týskvøldið 10. okt. 2017

Nýggj byrjan týskvøldið 10. okt. 2017

Gestur er Kári Østerø, Klaksvík. Vit hoyra Kára tosa um uppruna tekstin í skriftini og um bíbliu granskan. (tekur tráðin upp aftur frá sendingini, Nýggj byrjan, frá 11. juli 2017). Vísir til facebook-bólkin, við heitinum Bíbliu granskan, ið er bólkur til øll, sum ynskja at koma at kenna Bíbliuna betur. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta… Les meira