Stuttbylgjan fríggjadagin 1. sept. 2017 – (endursending frá 9. des. 2014)

Stuttbylgjan fríggjadagin 1. sept. 2017 – (endursending frá 9. des. 2014)

Í hesi endursending hoyra vit Zacharias Zachariassen greiða frá barnaárunum og uppvøksti í Gøtu. Um hvussu tað var at vaksa upp í einum barnaflokki, har fimm av sjey systkjum, vóru deyv frá barni av. Vit hoyra Zacharias m.a. hugleiða um, hvat hann minnist frá krígsárunum og hvussu hann sum 15 ára gamal fekk frelsuvissuna. Hoyr Zacharias greiða frá hesum og øðrum hendingum og upplivingum í lívinum, har hann gleðist um Guds verju og varðveitslu ígjøgnum lívið alt. Lindin vil við hesum minnast trúboðaran og rithøvundan Zacharias Zachariassen, ið fór heim til Harran 21. august 2017. Jarðarferðin var leygardagin 26. august úr Filadelfia í Gøtu. Æra veri minnið um Zacharias Zachariassen.

Vertur: Teresa Damgaard-Jarnfoss – Teknikari: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking