Monthly Archives: september 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. sept. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 15. sept. 2017

Fyrst greiðir Eyðun Jacobsen frá einum evangeliskum átaki, sum kallast “Sendið Ljós” hvørs endamál er at framleiða eina fløgu við evangeliskum sangum. Les meira á facebook síðuni “Sendið Ljós”. Síðani hoyra um landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum verður leygardagin 16. sept. Í útvarpsstovuni er formaðurin, Jóannes Eidesgaard, ið greiðir frá. Tú kanst hjálpa við at stuðla á heimasíðuni hjá Reyða Krossi, trýst her. Til ber eisini at ringja 90 56 56, so stuðlar tú við 150 krónum, ið fara óskerdar til Reyða Kross.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Góð ferð hjá Grønlandstoyminum

Grønlandstoymið hjá Heimamissiónini, sum taldi 10 fólk, er komið aftur í øllum góðum eftir ein góðan túr. Tey fóru avstað fríggjadagin 11. august og vóru aftur í Føroyum týsdagin 22. august. Flogið var umvegis Ísland til Nuuk, og toymið fortelur soleiðis í stuttum frá túrinum. Les meira her Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 14. sept. 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 14. sept. 2017

Súsanna D. Jacobsen, Klaksvík, gestur. Hon greiður frá um Guds umsorgan fyri henni og børnini. Vertur: Maria Mørkøre.  Teknikari: Tór Arni Samuelsen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

“The Faith”, Trúgvin – Eftir Charles W. Colson og Harold Fickett

The Faith, Trúgvin, bókin um trúnna, sum eina ferð fyri allar er hinum heiløgu givin í hendur. Charles Colson vísir til triðja ørindi í brævi Judasar og fylgjast vit so haðani upp gjøgnum øldirnar. Um hvat kristin trúgva, hví tey trúgva hesum og hví tað er umráðandi. Gjøgnum livandi frásagnir, skilja vit hvussu kristna trúgvin… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 12. sept. 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 12. sept. 2017

“Tit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins”, hesi orðini úr Fjallaprædikuni var evnið í morgun. Sólrun Poulsen greiðir so væl frá hesum. Síðani er Marita Markná, formaður í felagsskapinum Aglow, Havn , gestur. Mánaðarligu møtini í Aglow byrja aftur komandi leygarkvøld 16. sept. í hølunum hjá Frelsunarherinum. Orð at grunda yvir: “Ikki ótti – men… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 11. sept. 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 11. sept. 2017

Fyrst greiðir Anita Tausen frá um at barnakórini í Libanon í Sørvági, Missiónshúsinum á Strondum og Nebo á Toftum, sum saman kalla seg UNITY, fara at vitja vælkenda barnakórið Gla´vox, í Skien í Norra. Stuðul kann flytast á konto 9181-382.490.1 og viðmerkja unity stuðul. Les meira á facebook síðuni her. Síðani greiðir Miriam Rasmussen frá um Kvinnustevna,… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. sept. 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 8. sept. 2017

Heðin Poulsen greiðir frá um Mansstevnuni á Zarepta, sum verður 15.-17. sept. 2017. Síðani er vitjan av Frank, Anette og Eeva, har tey greiða frá um “Woman of Hope” hjá TWR (Trans World Radio). Mai L. Simonsen tulkar. Tey tosa um arbeiði hjá “Woman of Hope” og serliga um ein bønarkalendara. Les meira  á  www.twrwomenofhope.org… Les meira

Stuttbylgjan fríggjadagin 1. sept. 2017 – (endursending frá 9. des. 2014)

Stuttbylgjan fríggjadagin 1. sept. 2017 – (endursending frá 9. des. 2014)

Í hesi endursending hoyra vit Zacharias Zachariassen greiða frá barnaárunum og uppvøksti í Gøtu. Um hvussu tað var at vaksa upp í einum barnaflokki, har fimm av sjey systkjum, vóru deyv frá barni av. Vit hoyra Zacharias m.a. hugleiða um, hvat hann minnist frá krígsárunum og hvussu hann sum 15 ára gamal fekk frelsuvissuna. Hoyr… Les meira