Stuttbylgjan mikudagin 16. aug. 2017

Stuttbylgjan mikudagin 16. aug. 2017

Um at liva tað nýggja lívið í Kristusi sum gávu og offur, Gudi til tokkaligan anga, sett upp ímóti myrkursins verki, mótvegis ávøkstri ljósins, Efs. 5, 2-10. Verður eisini sett í samanhang við mótsetningarnar í lívinum hjá Paulusi í Filippi 3, 4-14, har alt annað var virðisleyst afturímóti at kenna Kristus. Har er eingin millumloysn. Og eins og Paulus, ið stevndi móti málinum, sæð í ljósinum av at liva uppreisnarlívið í Kristusi, sum eina lívslanga læring, har ávøkstur Andans skal vara við og taka til, inntil vit síggja Hann sum Hann er. (onnur skriftbrot: 2. Kor. 11, 29; Orð. 15, 1; 2. Kor. 10, 5; Filippi 3, 15-17 og 20-21; 1. Kor. 1, 30; Jóh. 15, 4-5 og 16; Jóh. 10, 10; 2. Kor. 9, 8-11)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking