Stuttbylgjan mikudagin 9. aug. 2017

Stuttbylgjan mikudagin 9. aug. 2017

Samtalan er um, hvat vit eru her til (í heiminum) og hvat endamálið er, har vit eru (í løtuni og allastaðni). Útgangsstøði er Sálmur 85, 9:”…. Gud HARRIN sigur; vissuliga talar Hann frið við fólk Sítt….”. Síðani um Harran sjálvan, sum er friður okkara og endamálið, at røkka øll menniskju og kunngera Hann sum sigurharra yvir maktum og mynduleikum í himmalrúminum. Til seinast um Nikodemus, ið kom til Jesus á nátt – og um friðin, nøgdsemi og staðfestingina í Honum, ið er uttanfyri alt tað avmarkaða, ið vit eru bundin av, men loysir okkum frá tí gamla og ger alt nýtt. Vit eru ævi Hansara, her í trúgv, men brátt í skoðan heima hjá Honum. (onnur skriftbrot: Kol. 1, 26-28; Efs. 3, 1-11; Sálm, 119, 33-49; Heb. 10, 14-17; Hás. 2, 15: Efs. 5, 1-4: Heb. 8, 9-11; Jóh. 3, 7-13)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking