Stuttbylgjan mánadagin 24. juli 2017

Stuttbylgjan mánadagin 24. juli 2017

Gesturin er Gunnvá Poulsen úr Havn. Hon sigur frá sínum uppvøkstri, har bæði foreldrini vóru bundin at alkoholi. Hon greiðir hjartanemandi frá álvarsligu árinunum, ið hetta hevur á børnini, hvussu hon og systurin komu í pleygufamilju á Skála. Hon fortelur síðan, hvussu hon smokkaði longur og longur niður í eina djúpa depressión. Hon fór síðan til Bradford í Onglandi at vitja systur sína, sum sær hvussu støðan er, og hon hjálpir henni at sleppa á viðgerðarheimið Mercy, sum er fyri ung/yngri, sum eru rakt av hesum herviligu árinum. Síðan fortelur hon um lívið nú aftaná, hvussu hon virkar fyri onnur ung, sum eru komin í líknandi støðu – m.a. tiltakið ”Rúsfrítt summar” og tiltøk, sum verða nú á Ólavsøku.

Vertur: Preben Hansen – Teknikari: Jógvan Sune Danielsen
Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking