Stuttbylgjan hósdagin 20. juli 2017

Stuttbylgjan hósdagin 20. juli 2017

Rúsfrítt Summar. Eitt átak, sum BKU (blákrossungdómur), skipar fyri, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungdómi við rúsdrekka og rúsevnum. Hoyr Lív Justinussen greiða frá hesi verkætlan. Tey eru til staðar á ymiskum tiltøkum og festivalum í summar. Hoyr hvussu og hvat tey gera, hvønn leiklut foreldur hava í hesum høpi o.a. Lív er sálafrøðingur og hevur egið virki, Sálarvón, í Gøtugjógv. Fleiri upplýsingar síggjast á heimasíðum: www.blakross.fo og  www.livlivid.fo  og á øðrum sosialum miðlum. Ein heimasíða, ið serliga vendir sær til foreldur er ávegis og verður væntandi tøk innan stutta tíð.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking