Stuttbylgjan mikudagin 12. juli 2017

Stuttbylgjan mikudagin 12. juli 2017

Snúningsdepilin er 1. Kor. kap.13 um hin “mangan betri vegin”. Um at tráa eftir hinum stórstu náðigávum og at tala menniskjum til uppbygging, áminning og troyst – og at stevna eftir kærleikanum. Poul Færø lesur úr facebook vanga sínum, sí her. Samtalan er eisini um hvíldina, tá ið Harrin sleppur at brúka likam okkara og um frælsi, ið ikki er at vit gera sum vit vilja, men frælsi er at Kristus livir sítt lív í okkum. Har kærleikin sleppur framat, er einki tvang ella noyðsla longur. (Onnur skriftbrot: 1. Kor. 12,31; 1. Kor. 14, v3 og v12; Jóh. 13, 17; Gal. 5, 5-6; Róm. 1, 1-4; Róm. 5,5)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking