Monthly Archives: juli 2017

Stuttbylgjan mánadagin 17. juni 2017

Stuttbylgjan mánadagin 17. juni 2017

Benjamin J. Rajani er gestur. Vit hoyra tveir sangir hjá honum “Help me to believe” og “Freedom In His Light”. Benjamin greiðir frá søgunum aftanfyri sangirnar og hvat hann fær íblástur frá til at skriva sangir.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Stuttbylgjan hósdagin 20. juli 2017

Stuttbylgjan hósdagin 20. juli 2017

Rúsfrítt Summar. Eitt átak, sum BKU (blákrossungdómur), skipar fyri, ið hevur til endamáls at broyta hugburðin hjá ungdómi við rúsdrekka og rúsevnum. Hoyr Lív Justinussen greiða frá hesi verkætlan. Tey eru til staðar á ymiskum tiltøkum og festivalum í summar. Hoyr hvussu og hvat tey gera, hvønn leiklut foreldur hava í hesum høpi o.a. Lív er… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 19. juli 2017

Stuttbylgjan mikudagin 19. juli 2017

Samtalan hevur íblástur í Róm. 15, 15-18, um at vera sum Paulus, offurtænari Krists Jesu, ið tænir sum prestur í evangelii Guds, fyri Gudi ímillum menniskju, har kraftin er frá Gudi og ikki frá okkum sjálvum. Eisini um móttøkuna av tí, sum Gud talar, har Jesus sigur: “….orðini, ið Eg havi talað til tykkara, eru… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 13. juli 2017

Stuttbylgjan hósdagin 13. juli 2017

Vertur er Rógvi Joensen. Vit hoyra Rógva lesa Jóh. 1, 1: “Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud.” Hugleitt verður út frá hesum skriftbroti, m.a. um at luta Orðið út í heimin – og støðu okkara í mun til Gud og Orð Hansara, ið er kraft Guds, hvørjum tí… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 12. juli 2017

Stuttbylgjan mikudagin 12. juli 2017

Snúningsdepilin er 1. Kor. kap.13 um hin “mangan betri vegin”. Um at tráa eftir hinum stórstu náðigávum og at tala menniskjum til uppbygging, áminning og troyst – og at stevna eftir kærleikanum. Poul Færø lesur úr facebook vanga sínum, sí her. Samtalan er eisini um hvíldina, tá ið Harrin sleppur at brúka likam okkara og… Les meira

Nýggj byrjan týskvøldið 11. juli 2017

Nýggj byrjan týskvøldið 11. juli 2017

Gestur er Kári Østerø, Klaksvík. Hoyr Kára tosa um uppruna tekstin í skriftini, um trúvirðið í Bíbliuni og hvønn mynduleika skriftin og teksturin hava sum Guds Orð og um hvussu álítandi Orð Guds er. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link… Les meira

Stuttbylgjan týsdagin 11. juli 2017

Stuttbylgjan týsdagin 11. juli 2017

Ólavur á Váli Olsen er gestur. Vit hoyra um nýggju fløguna, sum ber heitið “Her og nú”, sum júst er komin út. Ólavur greiðir eitt sindur frá broytingum í hansara lívið og hvussu fløguútgávan kom í lag. Ímillum hoyra vit nøkur løg av fløguni. Vertur: Eydna Háberg Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka… Les meira

Stuttbylgjan hósdagin 6. juli 2017

Stuttbylgjan hósdagin 6. juli 2017

Gestur er Rúna Bennadóttir Sivertsen, Klaksvík. Hoyr Rúnu fortelja um uppruna, barnaár, uppvøkstur og ymist á leiðini. M.a. um sang og gleðina at syngja og at gera mun, her heima í Føroyum og uttanlands. Rúna er virkin og hevur verið við at stovna Føroysku Barnahjálpina, sí abc.fo. Eisini GDS felagið í samband við sjúku hjá… Les meira

Stuttbylgjan mikudagin 5. juli 2017

Stuttbylgjan mikudagin 5. juli 2017

Innleiðandi verður lisið úr Jóh. 11, 23-35 og hugleitt um Martu og Mariu, hvussu Gud loysir trupulleikarnar í okkara lívið, tá øll menniskjalig vón er úti – og at finna báðar persónarnar (Martu og Mariu) í sær sjálvum. Samtalan er eisini um Paulus, sum valdi sítt lív frá, fyri at onnur skuldu fáa lut í… Les meira

Stuttbylgjan týsdagin 4. juli 2017

Stuttbylgjan týsdagin 4. juli 2017

Símun Absalonsen tosar um evnið: Hvønn týdning hevur samkoman/kirkjan fyri hin einstaka og sum heild. Vertur: Eydna Háberg Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira