Stuttbylgjan mikudagin 28. juni 2017 – (Endursending frá 8. juli 2015)

Stuttbylgjan mikudagin 28. juni 2017 – (Endursending frá 8. juli 2015)

Samtalan er um at gera tað fyri einki. Gud gav okkum evangeliið fyri einki. Vit sum bera boðskapin, skulu eisini gera tað fyri einki. Lesur 1. Kor. 9, v1-2 og v9-11 og v16-23. Hetta er ímóti vanliga hugsanarháttinum. Tað sum var heiminum ein dárskapur, var Gudi ein vísdómur til frelsu. Vit hoyra dømir úr dagliga lívinum og úr Paulusar lívið t.d. Filippi 3, 7-12 um Kristi tankagang, øðrum til gagns; Gal. 1, 11-20 um Paulusar umvendilsi; Filippi 3, um at verða vunnin av Kristusi; Efs. 3, hvat Paulus fekk aftaná hann var vunnin av Kristusi og Gal. 3, 12, um lógina, ið einki hevur við trúnna at gera. Hugsanirnar eru hvussu vit veruliga síggja, hvussu áhugaður Gud er í okkara lívið og hvussu fegin hann vil síggja sín egna son út gjøgnum okkara likam. (onnur skriftbrot: 1. Kor. 8, 13; 2. Kor. 13, 7; 2. Pæt. 1, 16-18)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking