Á Bylgjulongd týsdagin 20. juni 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 20. juni 2017

Fyrst hoyra vit Svenning av Lofti siga m.a. frá eini ferð til Ísrales til Leyvsalahøgtíðina fyrst í oktober mánaða, nú 50 ár eru liðin síðani Jerusalem varð sameint. Meiri fæs at vita við at ringja til Maigun Otthamar tlf. 219141 ella Svenning av Lofti tlf. 212045. Síðani er vitjan av Sannu Hammer, leiðari av YWAM, Ung í Trúarverki í Føroyum, hon greiðir frá eini toymisferð til Manilla frá 6. nov. til 1. des. 2017. Vit ringja til Tanju Napoleonsdóttir Jacobsen, sum júst hevur verið á outreach í Manilla og greiðir hon frá, at nógv fólk vóru komin til trúgv og sóu tey eisini nógvar grøðingar. Meir fæst at vita um túrin á Ung í Trúarveki/YWAM og á tlf 217141.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking