Á Bylgjulongd mikudagin 14. juni 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 14. juni 2017

Dánial hugleiðir um at Gud er kærleiki. Fatanin av Gudi verður lýst við atliti til gamla mótvegis tí nýggja sáttmálanum, har Jesus kom fyri at fullkoma. Leggur dent á trúnna, náðina av Guds kærleika og Heilaga Andan. (skriftbrot: 1. Jóh. 4, 13-21; 1. Jóh. 3,23; Róm. 4,16 og 2. Kor. 8, 1-9). Poul Færø er upptikin av trúgv. Sleppur trúgvin at virka, gerð hon verk í okkum (Ják, 2,1), samstundis sum trúgvin ikki fylgist við mannamuni. Tosar eisini um hvussu Orðið talar um ein trúgvandi. Eisini um trúnna mótvegis lógini, ið einki hava við hvønn annan at gera (Heb. 2, 14-15). Til seinast um hvussu Guds Andi livir sítt lív í okkum (Heb. 2, 11-18) og endar við at lesa úr facebook vanga sínum, sí her (onnur skriftbrot: Gal. 3, 5-11 og 25).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking