Monthly Archives: juni 2017

Stuttbylgjan mikudagin 28. juni 2017 – (endursending frá 8. juli 2015)

Stuttbylgjan mikudagin 28. juni 2017 – (endursending frá 8. juli 2015)

Samtalan er um at gera tað fyri einki. Gud gav okkum evangeliið fyri einki. Vit sum bera boðskapin, skulu eisini gera tað fyri einki. Lesur 1. Kor. 9, v1-2 og v9-11 og v16-23. Hetta er ímóti vanliga hugsanarháttinum. Tað sum var heiminum ein dárskapur, var Gudi ein vísdómur til frelsu. Vit hoyra dømir úr dagliga lívinum og úr Paulusar lívið t.d. Filippi 3, 7-12 um Kristi tankagang, øðrum til gagns; Gal. 1, 11-20 um Paulusar umvendilsi; Filippi 3, um at verða vunnin av Kristusi; Efs. 3, hvat Paulus fekk aftaná hann var vunnin av Kristusi og Gal. 3, 12, um lógina, ið einki hevur við trúnna at gera. Hugsanirnar eru hvussu vit veruliga síggja, hvussu áhugaður Gud er í okkara lívið og hvussu fegin hann vil síggja sín egna son út gjøgnum okkara likam. (onnur skriftbrot: 1. Kor. 8, 13; 2. Kor. 13, 7; 2. Pæt. 1, 16-18)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

“Stuttbylgjan” týsdagin 27. juni 2017

“Stuttbylgjan” týsdagin 27. juni 2017

Gestur er Búgvi Olsen. Hann byrjaði sum hjálparpastor í Kelduni í Skálafirði 1. jan. 2017. Búgvi sigur eitt sindur um sítt lív og um árini í Uppsala, har hann virkaði innan samkomuna Lívsins Orð, og gekk á Bíbliuskúla har. Seinni læs hann fjarlestur á Oral Roberts Universitetinum í Tulsa, Oklahoma. Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Tór Arni… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 22. juni 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 22. juni 2017

Vit hoyra m.a. Mariu Mørkøre lesa úr Sálma 8 og hugleiða um skapanarverkið tvinnað saman við virðileika menniskjabarnanna. Eisini lesur Maria bønina í Sálma 25, um rættleiðing og verndarbúnað Guds og um náði og stórleika Harrans. Eisini hoyra vit um summarlegur í Nesvík sí her og Zarepta sí her og um TeenStreet sí her. Tíverri… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 20. juni 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 20. juni 2017

Fyrst hoyra vit Svenning av Lofti siga m.a. frá eini ferð til Ísrales til Leyvsalahøgtíðina fyrst í oktober mánaða, nú 50 ár eru liðin síðani Jerusalem varð sameint. Meiri fæs at vita við at ringja til Maigun Otthamar tlf. 219141 ella Svenning av Lofti tlf. 212045. Síðani er vitjan av Sannu Hammer, leiðari av YWAM,… Les meira

Á Bylgjulongd mándagin 19. juni 2017

Á Bylgjulongd mándagin 19. juni 2017

Ella Niclassen greiðir frá barnalegum í Ukraina. Síðani er samrøða við Kurt Christensen. Til seinast greiðir Allan Falk frá Adventkirkju innsamling. Vertur: Preben Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…” Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. juni 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 16. juni 2017

Fyrst hoyra vit Ólavur á Váli Olsen greiða frá einari nýggjari sending, sum er byrja í Lindini. Sendingin er á skránni av og á týsdag og hósdag seinnapart. Síðani hoyra vit um arbeiði sum Jacobina Heinesen og Finnbogi Olsen gera í Frelsunarherinum í Norra, har tey í løtuni eru í Farsund. Vertur: Tór Arni Samuelsen… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 15. juni 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 15. juni 2017

Gestir eru hjúnini Barbara Grossenbacher og Anbu Rajamani, hon úr Sveis og hann úr India. Tey virka innan trúboðan í suður India, har tey hava barnaheim, kirkju og eru í holt við at byggja skúla. Hoyr tey fortelja um hesar verkætlanir, ið verða stuðlaðar úr Føroyum fíggjarliga – og við bøn. Hoyr eisini um teirra… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 14. juni 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 14. juni 2017

Dánial hugleiðir um at Gud er kærleiki. Fatanin av Gudi verður lýst við atliti til gamla mótvegis tí nýggja sáttmálanum, har Jesus kom fyri at fullkoma. Leggur dent á trúnna, náðina av Guds kærleika og Heilaga Andan. (skriftbrot: 1. Jóh. 4, 13-21; 1. Jóh. 3,23; Róm. 4,16 og 2. Kor. 8, 1-9). Poul Færø er… Les meira