Monthly Archives: mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 17. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 17. mai 2017

Dánial lesur og hugleiðir úr Sálma 91, um at velja Harran sum vernd okkara – og tekur m.a. Paulus og Silas í fangahúsinum, (Áp. 16, 24-33) sum dømi, ið valdu at líta á Harran, har leinkjurnar og umstøðunar broyttust fullkomiliga; til at fangavaktarin og alt hús hansara komu til frelsu. Samtalan við Poul Færø er… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 15. mai 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 15. mai 2017

Símun J. Hansen greiðir frá um Teenstreet, sum er ein tannáringarlega, sum verður í Offenburg í Týsklandi 27. juli – 2. aug. 2017. Síðsta freist at melda seg til sum tannáringur varð 15. mai, men tað er enn brúk fyri leiðarum og hjálparfólki á Teenstreet. Les meira á www.teenstreet.fo.  Síðani hoyra vit John Østergaard Nielsen… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 11. mai 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 11. mai 2017

Fyrri gesturin er Ragnar O. Sundstein úr Søldarfirði. Tosar fyrst um hjálpina til Rumenia, ið hann saman við øðrum (serliga við tilknýti til samkomuna Elim í Søldarfirði), hevur virka saman við seinastu árini. Greiðir frá hvussu tey eru komin í samband við Danut og Lenuta Hritac úr Rumenia og teirra tænastu “Sunshine in the villages”,… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 10. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 10. mai 2017

Dánial lesur Habakkuk 2, 1; Sálma 4, v2 og v9; Sálma 18 og hugleiðir um at kalla á Harran og lata Hann sleppa at tala til okkara. Poul Færø heldur fram um troyst og umsorgan Guds í alskyns trongdum og er hugtikin av málbrúkinum og málskiftinum, í Jóh. kap. 1 mótvegis 1. Jóh. kap. 1,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 9. mai 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 9. mai 2017

Rannvá Royðutoft tosar um bøn, í samband við dýrabiðidag, sum er 12. mai. Rannvá hevur eisini ábyrgd av bønardegnum, sum er hvønn týsdag í Kelduni í Skálafirði. Síðani vitjar Rúni Rasmussen í útvarpstovuni og greiðir frá um nýggju bókina “Lívið nær Gudi”, sum hann hevur skrivað og givið út á forlagnum Parakletos. Les meira um bókina… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 8. mai 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 8. mai 2017

Fyrst ringdu vit til Bergur Debes Joensen, har hann greiðir frá um eitt PODAS-toymið, sum hevur verði í Íslandi 18.-26. apríl. Tað vóru 12 persónar í toyminum. Leiðarar vóru Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og fongsulsprestur og Bergur D. Joensen, sum er sóknarprestur í Suðurstreymi. Síðani er samrøða við Petur Jákup Petersen (Dakko), sum er nýggjur aðalskrivari… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 5. mai 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 5. mai 2017

Fyrst hoyra vit um landsinnsavnan hjá Bláa Krossi, sum verður leygardagin 6. Mai. 2016. Høvi er at stuðla tveimum verkætlanum, eini føroyskari, ið eitur “Øll hava rætt til góð barnaár” og eini grønlendskari, sum eitur “Hjálp til til Børn og Ung í Grønlandi”. Meira upplýsingar fáast á: www.blakross.fo. Gestir eru Petur Jákup Petersen (Dakku), aðalskrivari… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 3. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 3. mai 2017

Dánial hugleiðir út frá skriftini um mótsetningarnar: Einsemi og nærvera. Lýsir einsemi sum nívir, mótvegis tí Gud hevur givið okkum við Jesusi. Jesus tók einsemi á seg sjálvan, fullgjørdi verkið og lat okkum ikki faðirleys eftir, men gav okkum Talsmanin, Heilaga Andan í navni Hansara. Poul Færø hugsar um tað sama, lýst út frá eygnavitnum,… Les meira

Á Bylgjulongd týsdagin 2. mai 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 2. mai 2017

Í Heilsuhorninum verður tosað um happing. Gestur er Lillian Bjarnadóttir Poulsen, sum er heilsurøktari og sjálv hevur verið happað, sum barn. Hendan samrøðan er frá okt. 2012. Síðani er Terji Jacobsen í útvarpsstovuni. Terji greiðir frá hvat hann hevur uppliva seinastu tíðina. Hann bleiv frelstur fyri 6 vikum síðani og lívið er nógv broytt hjá… Les meira