Á Bylgjulongd mánadagin 29. mai 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 29. mai 2017

Bjarni Steintun greiðir frá um Hvítusunnustevnuna, sum verður í Libanon í Sørvági 2.-5. juni. Síðani greiðir Símun J. Hansen frá at tey mangla nógvar leiðarar og starvsfólk til Teenstreet 2017. Les meira á www.teenstreet.fo. Aftaná er vitjan av Petur Jákup (Dakku) Petersen og Nive Heilmann frá Blákrossi. Nive arbeiðir við Blákrossi í Grønlandi og vit hoyra um samstarvi millum Føroyar og Grønland. Til seinast greiðir Jógvan Andersen frá um konsertina við Rend Collective, sum verður í Kelduni í Skálafirði hóskvøldið 8. juni kl. 20.00. Les meira um konsertina á www.keldan.fo

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking