Á Bylgjulongd mikudagin 24. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 24. mai 2017

Dánial hugleiðir um hugtakið lut(ur) og setur spurningin: Hvør er lutur okkara her í lívinum ? – fyri síðani at umrøða Harran sum lut okkara og lesur m.a. Luk. 10, 38-42, har Jesus svarar Martu: “…. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.” Poul Færø tosar um tað, sum Kristus er. Byrjar við teirri likamligu venjingini í mun til gudsótta. Síðani týdningin at lívga menniskju, fyri síðani at umrøða Filemon brævið, m.a. um at síggja Kristus í Paulusar lívið, á sama hátt sum Kristus eigur at vera í lívi okkara – og um andaliga lívið mótvegis mótstøðuni í holdinum og í hesum sambandi um at yvirgeva seg. Til seinast er samtalan um Saul og Dávid, um hvat tað var sum gjørdi at Dávid gjørdist kongur og Saul varð vrakaður.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking