Á Bylgjulongd hósdagin 11. mai 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 11. mai 2017

Fyrri gesturin er Ragnar O. Sundstein úr Søldarfirði. Tosar fyrst um hjálpina til Rumenia, ið hann saman við øðrum (serliga við tilknýti til samkomuna Elim í Søldarfirði), hevur virka saman við seinastu árini. Greiðir frá hvussu tey eru komin í samband við Danut og Lenuta Hritac úr Rumenia og teirra tænastu “Sunshine in the villages”, har tey bera evangeliið og hjálp til børn og ung og teirra familjur, barnaheimsbørn, einkjur og gomul í smáu bygdunum rundanum. Síðani verður greitt frá um komandi túrin til Rumenia, ið verður frá 20. til 28. mei 2017. Stuðul til kontuna í BankNordik 6460-561.509.9 fer beinleiðis til sjálvt hjálpar arbeiðið í Rumenia (og ikki til ferðalagið). Les meira á heimasíðuni: www.sunshineinthevillages.com. Seinni gesturin er Kristian Hansen, sum er hugtikin av Jákups brævinum. Kemur inná  sannleikar í brævinum og leggur m.a. dent á og skilir ímillum gávuna og uppgávuna, ið vit hava fingið í Kristusi Jesusi.

Vertur: Maria Mørkøre. Teknikari: Jógvan Dam Hansen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking