Á Bylgjulongd mikudagin 10. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 10. mai 2017

Dánial lesur Habakkuk 2, 1; Sálma 4, v2 og v9; Sálma 18 og hugleiðir um at kalla á Harran og lata Hann sleppa at tala til okkara. Poul Færø heldur fram um troyst og umsorgan Guds í alskyns trongdum og er hugtikin av málbrúkinum og málskiftinum, í Jóh. kap. 1 mótvegis 1. Jóh. kap. 1, um Orðið, ið varð opinberað sum menniskja í Kristi Jesusi, sum vit hava trúð og sæð til ævigt lív – og víðari um Jesus sum orð lívsins, sum er komið inn í okkum við Heilaga Andanum og sum gerð Guds verk í okkum. Umtalar Paulus sum dømi um ein, ið ongantíð misti tilstandin, sum hann var í Kristusi. Enda verður m.a. við hesum versinum í Áp, 20, 24: “Men eg rokni lív mítt einki vert fyri meg sjálvan, bert eg kann enda skeið mítt og tænastuna, ið eg havi fingið frá Harranum Jesusi – at vitna um náðievangelium Guds.”

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking