Á Bylgjulongd mánadagin 8. mai 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 8. mai 2017

Fyrst ringdu vit til Bergur Debes Joensen, har hann greiðir frá um eitt PODAS-toymið, sum hevur verði í Íslandi 18.-26. apríl. Tað vóru 12 persónar í toyminum. Leiðarar vóru Sverri Steinhólm, sjúkrahús- og fongsulsprestur og Bergur D. Joensen, sum er sóknarprestur í Suðurstreymi. Síðani er samrøða við Petur Jákup Petersen (Dakko), sum er nýggjur aðalskrivari hjá Bláakrossi. Hann greiðir frá ymiskum í sínum lívi og hvussu hann hevur verði við í Blákrossarbeiði síðani hann var 14 ár. Til landsinnsamlingina hjá Bláakrossi, verður tað gingi við bússum í Hoyvík, Argjum og Tórshavn mánadagin, týsdagin og mikudagin, av tí at tey ikki megnaðu at koma runt til øll húsini leygardagin.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking