Á Bylgjulongd fríggjadagin 5. mai 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 5. mai 2017

Fyrst hoyra vit um landsinnsavnan hjá Bláa Krossi, sum verður leygardagin 6. Mai. 2016. Høvi er at stuðla tveimum verkætlanum, eini føroyskari, ið eitur “Øll hava rætt til góð barnaár” og eini grønlendskari, sum eitur “Hjálp til til Børn og Ung í Grønlandi”. Meira upplýsingar fáast á: www.blakross.fo. Gestir eru Petur Jákup Petersen (Dakku), aðalskrivari og Alisa Hammer, fyribyrgingarráðgevi. Síðani er Helena Jensen gestur. Hon er frá Nuuk í Grønlandi og hevur m.a. verði nógv við Juvel 2, umsett barnabíbliuna til grønlendskt og havt Café Manna í Nuuk. Eisini hevur hon gjørt sendingar á kristuligu útvarpstøðini “Inunnerup Nipa” í Nuuk.

Helena Jensen
Dakko Petersen og Alisa Hammer

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her

Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

 

Skriva viðmerking