Á Bylgjulongd mikudagin 3. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 3. mai 2017

Dánial hugleiðir út frá skriftini um mótsetningarnar: Einsemi og nærvera. Lýsir einsemi sum nívir, mótvegis tí Gud hevur givið okkum við Jesusi. Jesus tók einsemi á seg sjálvan, fullgjørdi verkið og lat okkum ikki faðirleys eftir, men gav okkum Talsmanin, Heilaga Andan í navni Hansara. Poul Færø hugsar um tað sama, lýst út frá eygnavitnum, ið livdu á Jesusar døgum, ið sóu hann opinberðan í holdi; samantvinna við tað teir vóru vitni til, nevniliga hátign Hansara, tá Hann fekk heiður og dýrd – og síðani umtalan av Honum, aftaná at hann var farin til Himmals. Tey fýra vitnini Poul nevnir eru: Pætur (2. Pæt. 1,13-19); Jákup (Ják. 1, 17-18); Jóhannes (1. Jóh. 1,1) og hvussu Paulus (Saul úr Tasus) møtti Jesusi í Áp. kap. 9. Umtalan av hesum fýra persónunum, er um hvussu fullkomiliga teir vóru lýdnir ímóti tí himmalska kallinum og livdu at enda bara við tí fyri eyga. Til seinast er samtalan um Na’aman og hugsan hansara, hvussu hann kundi blíva frískur frá spitalsku síni, (2. Kong. kap. 5).

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking