Monthly Archives: mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 31. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 31. mai 2017

Dánial hugleiðir um Heilaga Andan og hvítusunnuna. Um alt tað, sum mátti henda (føðing, líðing, uppreisn og himmalferð Jesusar), fyri at hvítusunnan kundi koma. Lýsir Andans verk í tí persónliga lívinum og í samkomu/kirkjuligum høpi. Poul Færø byrjar við muninum ímillum, hvussu Jesus talaði og hvussu lærusveinarnir talaðu. Umrøður tað samversku kvinnuna við Sikars brunn og umskifti í egnum lívið, sum dømi hvat hendir, tá ið Gud sleppur framat at mynda og livandi gera okkum í Kristusi, so Hann sleppur at brúka likam okkara. Til seinast er samtalan um opinberingina, ið Esaias fekk og sum broytti hann fullkomiliga (Es.kap. 6). (Onnur skriftbrot: Jóh. 14, 23, 25-28; 1. Kor. 12, 5-14; Áp. 2, 32-33; Gal. 5, 22-25; Luk. 6, 43-46; Jóh. 4, 1-42; Róm. 15, 13-14; 1. Kor. 2, 12-15; Filippi 4, 8-9)

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Á Bylgjulongd týsdagin 30. mai 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 30. mai 2017

Í sambandi hvítusunnuna tosa vit um triðja persónin í guddóminum, Heilaga Andan. Fyrst tosa vit um hvør Heilagi Andin er og hvussu Hann virkaði í GT og í Nýggja Testamentið í samband við at Jesus varð føddur og til Heilagi Andin kom til jarðar, so sum Faðirin hevði lovað. Seinni í sendingini er Preben Hansen gestur, hann tosar… Les meira

Nýggj byrjan týskvøldið 30. mai 2017

Nýggj byrjan týskvøldið 30. mai 2017

Gestur er Karla Hansen, Klaksvík. Hoyr Karlu fortelja um sítt lív og um týdningin av trúnni. Eisini um gott andaligt umhvørvi og góðar vinir, upplivingar við Gudi, á TeenStreet o.a. Vertur: Jákup Gunnarstein Hansen Lurta eftir sendingini her Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 29. mai 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 29. mai 2017

Bjarni Steintun greiðir frá um Hvítusunnustevnuna, sum verður í Libanon í Sørvági 2.-5. juni. Síðani greiðir Símun J. Hansen frá at tey mangla nógvar leiðarar og starvsfólk til Teenstreet 2017. Les meira á www.teenstreet.fo. Aftaná er vitjan av Petur Jákup (Dakku) Petersen og Nive Heilmann frá Blákrossi. Nive arbeiðir við Blákrossi í Grønlandi og vit… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. mai 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 26. mai 2017

Sámal Hanne Lognberg greiðir frá um Hvítusunnustevnuna, sum verður í Skopun 2.-5. juni 2017. Les meira um stevnuna á www.von.fo. Síðani er vitjan av Joel og Svannah Ramsey frá Australia, har tey greiða frá ymiskum frá lívinum. Tey arbeiða sum trúboðarar í Suðurafrika. Tom Jacobsen ungdómsleiðari frá City Church tulkar. Vertur: Tór Arni Samuelsen Lurta… Les meira

Á Bylgjulongd mikudagin 24. mai 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 24. mai 2017

Dánial hugleiðir um hugtakið lut(ur) og setur spurningin: Hvør er lutur okkara her í lívinum ? – fyri síðani at umrøða Harran sum lut okkara og lesur m.a. Luk. 10, 38-42, har Jesus svarar Martu: “…. Maria hevur valt hin góða lut, og hann skal ikki verða frá henni tikin.” Poul Færø tosar um tað, sum Kristus er.… Les meira

Á Bylgjulongd mánadagin 22. mai 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 22. mai 2017

Svenning av Lofti tosar um at biðja serliga fyri Sudan. Hann hevur verði á rástevnu í USA í samband við forfylgd kristin kring heimin. Síðani tosa vit við Marjan Nielsen um Simbalegurnar sum Heimamissiónin skipar fyri í summar. Les meira á www.mission.fo. Til seinast greiðir Poul Jóhan Djurhuus frá eini Bíbliu og tónleikaferð við Norrønu… Les meira

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. mai 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 19. mai 2017

Fyrst hoyra vit Eyðun á Lakjuni greiða frá um eina konsert við Siloakórinum, sum verður í Siloa í Fuglafirði, mikukvøldið 24. mai 2017 kl. 20.00. Síðani er vitjan av Martin Haworth, sum greiðir frá um trúboðanarfelagsskapin “Latin Link”, sum arbeiðir serliga í mið- og suður Amerika.  Jørundur Hansen tulkar til føroyskt. Les meira um arbeiði… Les meira

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 18. mai 2017

Online “Bøn og prát” hóskvøldið 18. mai 2017

Gestur er Olaf Magnussen, ið er uppvaksin og býr á Toftum. Giftur Hansinu og eru tey signað við tveimum børnum og trimum barnabørnum. Dagliga yrki er fólkaskúla lærari og fríðtíðarírtrivini eru seyður og ítróttur, har Olaf m.a. hevur veri partur av besta liðinum hjá B68. Fortelur um nógv ymist í lívinum. Eisini m.a. um byrjanina… Les meira

Á Bylgjulongd hósdagin 18. mai 2017

Á Bylgjulongd hósdagin 18. mai 2017

Í útvarpsstovuni eru Maria Mørkøre, Eivinn Bringsberg og Rógvi Joensen. Samtalan er um yndisvers og -brot í Bíbliuni, ið tey á hvør sín hátt hava uppliva og kent, at Gud hevur talað til teirra – á serligan hátt, – samstundis sum viðmerkingar frá lurtarunum verða tiknar við í samrøðuna. Vertur: Maria Mørkøre, Eivinn Bringsberg og… Les meira