Á Bylgjulongd týsdagin 11. apríl 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 11. apríl 2017

Fyrst er Sólrun Poulsen gestur, har tosa verður um Páskirnar og týdningurin av teimum. Síðani er Jenis av Rana í útvarpsstovuni, har evnið er: Grøðir Gud í dag ? – Jenis tekur dømir um grøðing úr gerandisdegnum og um tilburðin tá kona hansara, Anna, varð rakt av sjúku, men har tey sum familja upplivdu grøðing á undurfullan hátt. Til seinast ringja vit til Olaf Magnussen og hoyra um Páskastevnuna 2017 á Toftum, frá 14.-17. apríl, sum missiónshúsið í Rituvík, Tabor á Toftum, Missións- og ungdómshúsið á Glyvrum og Bønhúsið í Søldafirði skipa fyri. Sí skrá her.

Vertur: Eydna Háberg. Teknikari: Jógvan Súni Danielsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking