Á Bylgjulongd mánadagin 10. apríl 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 10. apríl 2017

Fyrst hoyra vit Sámal Hanna Lognberg og Ásbjørn Kjærbo í samband við, at samkoman Betania í Skopun fer at broyta navn. Opið hús fyri øll verður mikudagin 12. apríl kl. 16:00-18:00. Klokkan 19:00 verður festmøti, har leiðani frá øðrum samkomum og kirkjum eru boðin við. Síðani hoyra vit Heina Lützen, um felags kristliga tiltakið í Norðurlandahúsinum, “Vend 2017”, ið verður týskvøldið 11. apríl. kl. 19:30. Ebenezer kórið byrjar at syngja kl. 19:00. Endamálið er at eggja hvørjum øðrum til at venda aftur til tað, sum veruliga hevur týdning í lívi teirra kristnu. Luttakandi verða Eyðun Jacobsen, Heine Lützen og Svenning av Lofti. Ókeypis, har øll eru vælkomin. Sí facebook: Vend 2017. Eisini tosa vit við Jóannes Hansen og hoyra um Páskastevnuna, sum verður í Bylgjuni í Runavík 14.-16. apríl 2017. Jóannes greiðir frá skránni, serliga um barna- og ungdómstiltøkini. Skráin sæst á elim.fo. Til seinast hoyra vit um eitt “Sang-gleði-tiltak”, ið var farna vikuskfiti á Zarepta, fyri børn í 3. – 7. flokk, har 170 børn luttóku. Vit hoyra sang framførslur frá konsertini og tosa við Miriam Rasmussen, ein av fyrireikarunum.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking