Á Bylgjulongd fríggjadagin 7. apríl 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 7. apríl 2017

Fyrst tosa vit við Finn Johannesen um stuðuls tiltøkini leygardagin 8. Apríl, ið er ein stuðuls-renni-túrur frá Akrabergi til Sandvíkar og ein konsert í Vágs Kirkju, kl. 20:00, har M.C. Restorff fer at syngja og spæla, til frama fyri Meinigheitshúsinum í Vági. (Konta í Suðuroyar Sparikassa 9870-4950209). Meira kunning um tiltøkini á facebook: Sumba-Sandvík. Síðani tosa vit við Róa Sørensen og Danjal Ljósheim, ið hava verið í starvsvenjing í Lindini. Til seinast ringja vit til Bergur Debes Joensen í samband við at normaðurin Ole-Magnus Olafsrud vitjar í Føroyum (5.-10. apríl). Ole-Magnus hevur drúgvar royndir við ráðgeving, sálarrøkt og skeiðsleiðslu. Hann hevur skrivað fleiri bøkur um relatiónir millum menniskju, bæði í familju, nærumhvørvi og meinigheitslívi. Skráin hjá honum í Føroyum sæst her.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking