Á Bylgjulongd mikudagin 5. apríl 2017

Á Bylgjulongd mikudagin 5. apríl 2017

Dánial hugleiðir um Jesus, ið kom við tí eina endamálið, at vit kundu verða loyst frá syndini og fáa lut í tí himmalska lívinum, sum er Jesus í okkum við Heilaga Andanum og tekur dømi um Kornelius í Áp. 10, sum saman við fleiri, vórðu loyst frá syndini við trúnni á Jesus og móttóku Heilaga Andan. Poul Færø tekur afturíaftur um frelsuverki og er upptikin av hvat tað er, sum ger munin, at Orðið ikki bara byggir upp okkara vit, men at tað er maturin, soleiðis at vit trívast og liva ístaðin fyri bara at vita. Samtalan kemur eisini inná umsorganina fyri øðrum, um fyrigeving og um opinberingar Andans mótvegis okkara forstandi(evnini at hugsa) og um heimsins vísdóm mótvegis at liva í Andanum (í Kristusi). Samtalan endar við hesum, at verða føddur av nýggjum, har einki kann skilja okkum frá kærleika Kristusar.

Vertur: Dánial á Dul Jacobsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking