Á Bylgjulongd týsdagin 4. apríl 2017

Á Bylgjulongd týsdagin 4. apríl 2017

Fyrst er Magnus Rasmussen gestur og hoyra vit um Páskastevnuna í Bylgjuni í Runavík, sum verður í døgunum 14.-16. apríl. Møtini fara at verða send á heimasíðuni elim.fo. Møtini verða eisini tulka til enkst. Skráin verður lýst í miðlunum komandi dagarnar. Síðani eru Jeff Clarke og Heather Johnson, Kanada, saman við tulkinum Elin Neshamar í útvarpsstovuni og hoyra vit um ráðgevingarskeiðið ”Hjartapína” – har Bíblian verður nýtt sum grundarlag at læra, hvussu ein kann fáa hjálp og grøðing til sálarsár, veri tað sorg, trupulleikar av ymiskum slag, árin av kynsligum ágangi o.ø. Undirvíst verður aftaná vanliga arbeiðstíð; 15 tímar tilsamans. Fyrra skeiði var síðsta vikuskifti í Lívdini í Hoyvík og seinna skeiði verður frá 5. til 9. apríl í Betesda, Klaksvík. Nærri kunning og tilmelding hjá: Mari í Løðuni, tlf. 264774 ella t-post: marifp_81@hotmail.com og hjá Elin Neshamar, tlf. 280104 ella t-post: elin-n-89@hotmail.com. Eisini á facebook: Hjartapína-Betesda, Luttøkugjald kr. 1.200.

Vertur: Tór Arni Samuelsen

Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking