Á Bylgjulongd mánadagin 3. apríl 2017

Á Bylgjulongd mánadagin 3. apríl 2017

Fyrst hava vit vitjan av Daniel Heimstad úr Norge, ið greiðir frá ymiskum í lívinum. Eitt nú um lesturin í teologi/gudfrøði í Norge og frá arbeiðinum hjá hjá familjuni við IGM(International Gospel Mission) í Kenya, Pakistan og Indien. Síðani eru Anita Tausen og Guðri Larsen frá OM-Føroyar og tosa um MOLDOVA, eitt land, sum OM arbeiðir í, á nógvum ymiskum økjum. OM-Føroyar skipar fyri toymisferðum (16.-27. juli) til Moldova (og Albania) í 2017, fyri tannáringar. Les meira og fá meira kunning á: om.fo – og á Facebook: OM Føroyar – og á om.org og her serliga um Moldova.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking