Á Bylgjulongd fríggjadagin 31. mars 2017

Á Bylgjulongd fríggjadagin 31. mars 2017

Fyrst tosa vit við Bergur Debes Joensen og hoyra um vitjanina hjá Ole Magnus Olafsrud, Norge, sum verður í døgunum 5.-10. apríl. Hann verður gestur hjá Podas og Kirkjuligu Heimamissiónini. Á skránni eru fyrilestrar, evnisdagar o.a. bæði sum almen tiltøk og fyri innboðin. Sí skrá her. Síðani tosa vit við Charlottu á Váli Olsen um Barnahjálpina, ið hevur 10 ár á baki og verður hetta hátíðarhildið leygar- og sunnudagin 1. og 2. apríl, við konsertum og loppumarknaði í Perluni og á Perlutorginum í Vágsbotni. Meira kunning sæst á: www.barnahjalp.fo og facebook: Føroyska barnahjálpin – fyrr ABC. Eisini vitjar Joanita Zachariassen og maðurin Dánjal Zachariassen, har tey framføra “live” saman við  tónleikarum, samstundis sum tey greiða frá trimum Gospel & soul konsertum, hon fer at hava í Føroyum. Til seinast greiðir Heini Lutzen frá einum tiltakið í Østrøm, í kvøld kl. 21:00, har tosa verður um Himmalin, ævinleikan og aðrar andaliga sannleikar, har øll eru vælkomin.

Vertur: Tór Arni Samuelsen
Lurta eftir sendingini her
Um tú vilt taka sendingina niður, so høgraklikka slóðina og vel “Save link as…” ella “Gem destination som…”

Skriva viðmerking